MILLUMMÁLI - undir Núgvuni

her undir grótheimsins

grønglaruta hamarstjøli

 

foyktum av eysturættar

kurlandi hvítkarðum

 

við tinnu í vinstru hond

umframt royðuflís úr Steffansgjáar

bløðandi hjarta

 

við tí visnaðu hondini á Golla í høgru

 

aksli eg hugans mjúka

mitrils messuakul

leski eg mítt lembas-breyð

drepi eg athelas-urt í

kalik fyltan við

smalumáls fjar-sára ævinleika

 

og stilli fyri eitt ár aftrat

svøltin eftir

 

lands míns angandi kroppi

og ævinliga ólisnu

Durin-rún

 

tann 6. juni 2007

 

Hanus Kamban