Millumbylgja er rokin

Tað kann ganga upp í eitt hálvt ár, áðrenn millumbylgjusendarin hjá Útvarpinum á Akrabyrgi fæst at rigga aftur. Hesa tíðina mugu føroyskir fiskimenn royna aðrar leiðir á millumbyljgu fyri at hoyra útvarp

Tá ið Útvarp Føroya fór at senda sunnumorgunin riggaði millumbylgjusendarin í Akrabyrgi ikki. Sendarin hevur ikki riggað síðani, og um tað vil illa við, kemur sendarin ikki at rigga aftur fyrr enn um eitt hálvt ár.
Tað er avleiðingin av, at sendirørið er farið, og einki nýtt er á goymslu.
Sambært Útvarpinum kann tað taka upp í eitt hálvt ár at fáa eitt nýtt sendirør til vega, um tað ikki eydnast at fáa eitt brúkt sendirør frá onkrari útvarpsstøð uttanlands.
Tað er Føroya Tele, sum umsitir sendinetið vegna Vinnumálaráðið, og Føroya Tele hevur tríggjar ferðir síðani apríl 2003 gjørt vart við, at neyðugt er at keypa eitt nýtt sendirør at hava á goymslu. Føroya Tele heldur seg ikki klára at keypa sendirørið, sum kostar umleið 600.000 krónur, fyri tað rakstrarjáttan, sum felagið á hvørjum ári fær frá landinum til at halda sendinetið viðlíka.
Men hóast fleiri áheitanir á Vinnumálaráðið um at útvega pengar til at keypa nýtt sendirør fyri, eru ongir pengar komnir, og nú sendirørið í sendaranum er farið, er einki nýtt at seta ístaðin.
Bjarni Djurholm segði mikukvøldið við Útvarpið, at hann beinanvegin fer at gera eina roynd at útvega pengar til at keypa eitt nýtt sendirør fyri, og hann tók ábyrgdina í málinum á sín kappa, hóast hann róði fram undir, at Føroya Tele síðani 2003 hevur fingið 12 milliónir krónur til at viðlíkahalda sendinetið fyri, og at 600.000 krónur til eitt nýtt sendirør er ein lítil upphædd av hesum.
Millumbylgjusendarin í Akrabyrgi hevur syrgt fyri, at fiskimenn kunnu hoyra Útvarpið, men í upp til seks mánaðir mugu fiskimenn royna aðrar leiðir á millumbylgju fyri at hoyra útvarp.