Millum tryggastu bankarnar í ríkinum

Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, greiddi í morgun errin frá, at bankin hevði lítla hálva milliard í yvirskoti fyrsta hálvár í ár. Samstundis er Føroya Banki mettur at vera millum tryggastu bankarnar í ríkinum

458 milliónir krónur í yvirskoti fyrra hálvár, og so ein fesk kanning, sum ger greitt, at Føroya Banki er fjórðtryggasti bankin í danska ríkinum. Einki er at siga til, at Janus Petersen er ein fegin maður í dag.

Stórur partur av yvirskotinum hjá Føroya Banka stavar frá søluni av Bakkafrost, ein handil, sum gav bankanum 380 milliónir krónur í kapitalvinningi. Hyggja vit burtur frá hesi sølu, er framvegis talan um eitt gott hálvársúrslit hjá Føroya Banka.

- Inntøkurnar frá banka- og tryggingarvirkseminum øktust 27 prosent, frá 242 milliónum til 308 milliónir krónur um samanborið verður við sama tíðarskeið í fjør, greiddi Janus Petersen frá á tíðindafundi í høvuðssætinum hjá Føroya Banka í morgun.

Ein av grundunum til vøksturin, er virksemi uttanfyri Føroyar. Føroya Banki hevur deildir bæði í Grønlandi og Danmark, og hesar hava givið avlop til bankan.

- Samanlagt standa hesar deildir saman við tryggingarvirkseminum í Íslandi fyri omanfyri 30 prosent av okkara inntøkum í dag. Í krónum og oyrum er talan um 32 milliónir hetta hálvárið, greiðir Janus Petersen frá.


Millum teir tryggastu

Janus Petersen nýtti eisini part av tíðindafundinum at greiða frá feskari kanning. Danska blaðið Børsen hevur saman við greiningarfyritøkuni Niro Invest gjørt eina váðagreining av 99 teimum størstu bankunum í ríkinum, har Føroya Banki verður mettur sum ein tann tryggasti.

Merkisvert við kanningini er, at tað eru teir lítlu bankarnir, sum standa seg best. Hals Sparekasse, Fanø Sparekasse og Vinderup Bank liggja framman fyri Føroya Banka, sum verður mettur sum nummar fýra saman við Frøs Herreds Sparekasse og Frørup Andelskasse.

Vert er at hefta seg við, at Føroya Banki, sum ein av teimum lutfalsliga stóru bankunum á listanum, liggur frammanfyri aðrar bankar, sum eru nógv størri. Danske Bank er nummar 18, Jyske Bank 25 og Nordea Bank 75.

Í botninum í hesi greining – og harvið teir bankarnir, har tað er mest vandamikið at vera kundi, sambært Børsen og Niro Invest – er Morsø Sparekasse. Trý pláss omanfyri, tað vil siga triðaftast, er deildin hjá Eik Banka í Danmark.