Henda dagin møtti eg Tobba uttan fyri Gamla Bókahandil. Hann kom við sjógv á baki við “Ferð mín til Jorsala” undir arminum. Vit fingu, sum vera man, eitt prát, og eg spurdi hann, um hann ikki longdist aftur í løgtingið. “Jú, tað kom meira enn so fyri, men tá herðindini vóru ringast, so tendraði hann Tingvarpið, og tá hann hevði hoyrt og sæð ávís navngivin ting- og landsstýrisfólk, so hvurvu hesi sum døgg fyri sól”. Hetta var jú Tobbi, soleiðis sum vit kenna hann, men í orðunum búði ein sannleiki.
Hondina á hjartað, kjakið í tinginum er mangan alt annað enn áhugavert. Gaman í er nakað av kegli, men als einki bit. Hugsjónarligu orðadrátturin er veingjaskotin, tí nú er tað ikki longur flokkar móti flokkum, men einstaklingar móti einstaklingum.
Andstøðan hevur tann fyrimun, at hon kann tóna reint flagg. Hví so ikki taka upp hugsjónarliga stríðið við fullari styrki. Sjáldan fyrr hava vit havt meira brúk fyri einum hugsjónarligum stríði á tingi, har vælferðin hjá teimum mongu verður sett upp ímóti gøðingini av teimum útvaldu.
Ein mýld andstøða
Taka vit andstøðuna fyrst, so er einki ov nógv sagt, at hon er alt ov bitleys. Tað er ikki tí, at málini ikki hava verið, har andstøðan kundi givið samgonguni skarpan gang. Vit hava havt mál um flatskatt, skatting av pensjónum við inngjald, hækkan av ríkisstuðli, fyri ikki um at røða tilfeingisgjald og fiskiloyvir og nakrar fram eftir fummum samanleggingar av stovnum.
Men báðir andstøðuleiðarar minna mest um sunnudagsskúladreingir, sum næstan umbera seg, tá teir tala makthavarunum ímóti. Tað er í lagi at hava høviskan málburð, men álvaratos tað skal valdast! Tað ber ikki til at føra seg fram sum leiðari av einari andstøðu, um ein ikki onkuntíð lyftir røddina og buldrar eitt sindur. Tit hava skyldu at leiða og vísa veg fyri umleið helvtina av fólkinum. Mær tykir, at formenninir í andstøðuni á mangan hátt orða seg og bera seg fram, sum vóru teir embætismenn, heldur enn politikarar.
Tá hvassastu atfinningarnar móti samgonguni koma frá ónøgdum samgongufólkum, og tá hvassastu atfinningarnar móti andstøðuni koma frá andstøðuni sjálvari, so er tað tekin um, at okkurt er farið av lagi í kjakinum. Tá mugu vit staðfesta, at bitið í kjakinum er nógv mýlt!
Landsstýrisfólk sleppa ov lætt
“Questioning hour” er í nógvum parlamentum runt um í heiminum. Í bretska Undirhúsinum er spyrjitímin hjá PM eins áhugaverdur sum tey bestu ferðamálini í býnum. Og tað er ikki av ongum. Forsætismálaráðharrin fær spurning eftir spurning frá einari kritiskari andstøðu, og mangan ganga bylgjurnar sera høgt. Hetta er undirhald, men eisini áhugavert at síggja og hoyra, hvussu væl summi eru fyri, tá tað kemur til talaða orðið.
Vit hava her hjá okkum fyrispurningar til løgmans og landsstýrisfólk, sum partvís líkist hesum, men so er eisini alt sagt. Tí okkara er púrasta tannleyst og beinleiðis keðiligt.
Kemur onkur hvassur spurningur upp, so ber til hjá svararanum at snúgva seg uttanum, og tá hesir fáu minuttirnir eru gingnir, so er sloppið, tí tá kemur gjarna onkur heilt annar spurningur. Ferð eftir ferð uppliva vit, at svararin tosar svart, tí hann ikki dugur ella vil svara erliga, og so er um at gera at fáa tíðina at ganga undan við uttanumtosi.
Her eigur andstøðan at fyrireika seg munandi betur.
“Tingsins vilji” og onnur orðfylla
Og so eru tað mongu klisjeirnar. Tað er eisini vorðið alt meira vanligt í politiska orðadráttinum, at landsstýrisfólk skjóta seg undir, at hetta ella hatta er “tingsins vilji”, og tí hava tey einki boð. At vera landsstýrisfólk merkir, at ein skal hava boð uppá, hvussu mál skulu loysast. Tað er í roynd og veru landsstýrisfólkini, sum skulu vera tey, sum seta út í kortið. Men mangan tykist mær, at landsstýrisfólk bert elta aftan á tingfólk.
Hetta ger eisini, at alt rundan um sokallaðu reformarnar kemur í drag. Her er eingin, sum gongur undan og ruddar slóð. Tak eitt nú kommunumálið, har vit ivaleyst enn einaferð fara at ásanna orðini “Mens græsset gror, dør horsemor”. Har hendir so einki av landsstýrisins ávum. Hetta hóast allar kommunurnar bara bíða eftir, at landsstýrið fær tikið seg saman til at skera ígjøgnum.
Mong við mær eru eisini um at sálast av, hvussu nógv orð og tíð verður brúkt uppá at kína hvørjum øðrum í tingsalinum. Landsstýrisfólk og løgmaður standa og takka andstøðuni hjartaliga fyri spurningar, sum tey heldur enn gjarna vildu sloppið undan.
Alt fleiri tingfólk byrja næstan hvørja viðmerking og hvørja røðu við at siga, hvussu áhugavert eitt mál er, ella hvussu góða røðu, ein undanfarin røðari hevur hildið. Hetta minnir alt meira um eitt vekilsismøti enn ein tingfund, har samfelagsins grundleggjandi viðurskifti skulu vendast.
Og so eru tað fjølmiðlarnir
Í útlendskum sjónvarpi eisini í DR síggja vit kjaksendingar, sum veruliga eru góðar. Við politikarum á báðum síðum standa garvað fjølmiðlafólk sum sirkusjonglørar og tveita bóltar upp, soleiðis at flestu luttakararnir gerast heitir um oyruni.
Eg havi mangan undrast yvir, hvussu okkara fjølmiðlafólk, sum hava neyvt somu útbúgving sum donsku starvsfelagarnir so skjótt gerast bitleys. Tá lurtararnir ferð eftir ferð brenna inni við tí spurningi, sum ongantíð verður settur, so er okkurt galið.
Fjølmiðlarnir hava sum fjórða statsmaktin eina stóra ábyrgd og eina stóra skyldu. Tað ber ikki til, at politikarar skulu sleppa so lætt, sum teir mangan gera. Nøkur av fjølmiðalfólkunum eru reinir mikrofonhaldarar, meðan onnur royna at vera kritisk, men við heilt skeivt vinklaðum spurningum. Tað skal tó sigast, at onkur teirra royna, men tíverri alt ov sjáldan.
Tá politikararnir hava funnið út av, at tað týdningarmesta við einari samrøðu í sjónvarpsstovuni er, hvussu klæðini sita, og hvussu breitt ein smílur og als ikki, hvat sagt verður, so er okkurt farið av lunnum.










