Millum menn og kvinnur í Havn

Millum menn og kvinnur er heitið á listaframsýning, sum letur upp í Listaglugganum í Niels Finsensgøtu. Tað eru listamenninir Torbjørn Olsen og Zacharias Heinesen, sum sýna fram málningar og vatnlitsmyndir. Við á framsýningini eru umleið 25 verk, sum øll eru málað serliga til hesa framsýningina.

Øll myndevnini eru úr Tórshavnar Kommunu ? tó eru einstakar ?Havnardamur? sum Torbjørn Olsen hevur málað.

Framsýningin er væl samansett, samstundis sum hon væl lýsir ymiskleikarnar hjá tveimum av okkara bestu listafólkum. Ein kennir seg aftur í Havnini millum málningarnar og eisini kennir man aftur onkra av ?Havnadamunum?.

Framsýningin í Listaglugganum í Niels Finsensgøtu letur upp í dag kl. 16 og verður at síggja allan juni mánað.