Í dag kl. 17.00 letur upp myndlistaframsýningin »Millum himmal og jørð« hjá Bodil Kaalund, Danmark.
Bodil Kaalund, fødd 1930 er málari, grafikari, tekstillistakvinna og rithøvundur. Hevur útbúgving frá Kunstakademinum í Keypmannahavn 1950-1954 og hevur eisini gingið á øðrum skúla/skúlum fyri málarar.
Hon hevur ferðast nógv og arbeitt bæði í Norðanlondum og í Europa, eins hon hevur fingið fleiri stipendium og legat.
Bodil Kaalund hevur havt nógvar framsýningar bæði í Danmark og aðrastaðni í Norðanlondum. Hon hevur málað fleiri altartalvur.