Frændur spæla á Skarv leygarkvøldið Leygarkvøldið fara Millum Frændur at spæla á Skarvi í Keypmannahavn. Tey eru Steintór Rasmussen á guitari og sangi, songkvinnan, Arnfríð Lützen, og keyboardspælarin Ingi Isaksen. Fólkatónleikarin, Steintór Rasmussen, hevur skrivað tónleik til millum annað, Frændur, Kular Røtur og Brand Enni.
Røddin hjá Arnfríð Lützen telist millum tær vakrastu í Føroyum og Ingi Isaksen er kendur frá Studio Pegasus, Dynamit, Kulum Rótum og øðrum.
Frændursangirnir eru tíðarleysir og flestu ungfólk duga sangirnir uttanat.
Tónleikurin byrjar á miðnátt.