Regin Eikhólm skrivaði leygardagin eina hjartanemandi sigurstalu í Sosialinum um, at tann sonevnda nationalistiska puristiska málstevnan, ið sambært honum hevur verið galdandi 113 ár, stendur fyri falli. Hetta grundar hann á eitt óumhugsað upplop í løgtinginum um at proppa nakrar latínskar stavir í føroyska stavraðið. Tað rørdi hjartastreingir at lesa hesa viðmerking, tí sjálvur nevndi eg í kronikk herfyri, at Regin og hansara menn í eini 20 ár hava verið tíðarvilstir í teirra stríði ímóti málsligu purismuni, ið ikki longur er. At teir orsakað av hesi áminning nú halda seg hava vunnið á purismuni og eru komnir yvir skelkin um, at Jóannes bóndi hevur verið til, er gleðiligt, tí tað vísir, at til ber at flyta tilkomnar menn og teirra tíðarvilstu fatanir.
Eg havi í sambandi við stavraðið skrivað, at stavirnir x, q, w, c og z, sum Sjúrður Skaale ætlaði at fáa løgtingið at seta í stavraðið, skulu ikki setast í stavraðið. Tað haldi eg framvegis. Teir eiga ikki at fáa innivist í stavraðnum, tí sum frálíður kann tað fara at brongla føroyska stavseting illa, og vit fara at gevast at tillaga fremmandaorð til verandi stavseting. Sjúrður Skaale segði herfyri, at tað er nakað fjas, at hetta fer at henda, og so hevur hann ikki meira at siga um tað. Ongin reflektering um spurningin. Bara fjas. Tað er tað kanska fyri hann, og sjálvur kundi eg ikki funnið uppá at latið vera við at lagað fremmandaorð til føroyska stavseting. Men hvat gera ungfólk um 15-20 ár, tá tey alla sína livitíð hava havt stavraðið hjá Sjúrði fyri eygunum? Skriva citat, contra, katolicisma, koncept og íslandificering, eins og Rolf Guttesen og Regin Eikhólm longu nú gera!
Sjúrður Skaale hevur harmast um, at hann er hartaður fyri at vera endaður í bási við Málfelagnum. Men tað er ikki so løgið. Málstríðið í Føroyum seinastu 150 árini hevur snúð seg um at endurreisa og nýskapa málið. Høvuðsendamálið hjá Málfelagnum er, at nýmenningin av føroyskum skal steðga, og at føroyskt skal danifiserast mest møguligt. Hugsi viðhvørt um, hvat drívur menninar í Málfelagnum, og komi hvørja ferð í tankar um skemtirøðina “Fínt skal tað vera” og ta snobbutu Hyacinth, sum ikki fær seg at siga Mrs. Bucket við enskari úttalu, men má brúka franska úttalu. Føroyskt er ikki nóg fínt fyri Málfelagið, og tí er eitt og hvørt høvi hjá felagnum at søkja at málsligu nýmenningini kærkomið. Eitt gylt høvi til tess hevur Sjúrður Skaale so givið felagnum.
Rolf Guttesen nevndi í kronikk í farnu viku ymiskt, sum eg skal hava sagt í útvarpinum, men hann endurgevur so skeivt, at eg tími ikki í allar smálutir at svara honum. Sendingin “Eygsjón” finst á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, og Rolf kann har hoyra aftur og aftur, hvat eg segði um at taka fremmandar stavir upp í stavraðið. Mítt poeng var, at seta vit ferð á hesa gongd, kann hon gerast óendalig, og so verður at enda onki skil í nøkrum. Kanska avbronglast stavsetingin ikki í morgin og heldur ikki í ovurmorgin, men hvussu verður um 15-20 ár? Tá vænti eg, at Málfelagið hevur fingið tað, sum felagið vil hava tað, og nýmenningin av føroyskum er skeiklað heilt. Tí skulu fremmandu stavirnir ikki upp í stavraðið.
Tó kunnu vit fyri tað finna eina semingsleið. Stríðsspurningurin um stavirnar eru tríbýttur. Hann snýr seg um at stava fólkanøvn, at stava staðarnøvn og at stava vanlig fremmandaorð. Navnaspurningurin er, sum eg fleiri ferðir havi nevnt, viðkvæmur og persónligur, og tí er hann væl egnaður at skapa rok við. Tað dugir Málfelagið eisini væl. Spurningurin um staðarnøvnini er ikki so viðkvæmur, men meira ein spurningur um, hvussu langt tillagingin til føroyska stavseting skal røkka í sambandi við fremmandaorð. Spurningurin um at stava vanlig fremmandaorð samsvarandi verandi reglum er nógv tann álvarsamasti, tí steðgar tann gongdin, skeiklast alt skriftmálið. Hetta tykist ikki at nerva málfelagsmenninar ella løgtingsmannin tað allarminsta. Fjas, siga teir og látast so at vera í ørindum fyri tann fría viljan hjá onkrum, sum skal vera illa kúgaður.
Sjálvur eri eg hart ímóti, at nakar verður kúgaður yvirhøvur, eisini málsliga. Tí haldi eg, at tað var at fara eitt stig ov langt at trumfa ígjøgnum við lóg, at fólk als ikki kundu eita nøvn við t.d. c og z. Ein ávísan søguligan og demokratiskan rætt hava vit at kalla dreingir Zacharias og Christian, tá vit í øldir hava havt hesi nøvn í føroyskum. Men kortini ivist eg ikki í, at vit skulu hava eina navnalóg og eina navnanevnd, sum greitt viðmælir, at nøvn verða skrivað sambært verandi føroysku stavsetingarreglum. Fólk skulu kunna velja millum Kristian og Christian, og vit skulu kunna velja millum Zacharias og Sakaris. Verður navnalógin so liðilig, skapar hon ongan trupulleika. Fríi viljin valdar, ongin verður kúgaður, og spakuliga flyta vit okkum tá ímóti føroyskari stavseting.
Í sambandi við staðarnøvnini kann sama regla vera galdandi, sum tá málfrøðingar og onnur smíða nýggj føroysk orð fyri fremmandaorð. Teldan vann á computaranum, men máltráðurin tapti fyri telefonini. Vit høvdu frítt at velja, og vit valdu. Tað sama kann galda í sambandi við t.d. Kili og Chile. Men ongin skal forða nøkrum í at royna at smíða nýggj føroysk heiti fyri útlendsk staðarnøvn, tí tílíkt smíð er ein áhaldandi roynd at nýmenna og ríka føroyskt. Um fólk taka undir við nýggju orðunum, vinna tey hevd eins og Svøríki, Grikkaland, Keypmannahavn, Fílabeinsstrondin og Ný Sæland. Taka vit ikki undir við uppskotunum, kunnu vit bara skriva fremmanda formin við latínskum stavum og haraftrat bolle å. Framvegis valdar fríi viljin, og ongin verður kúgaður.
Hvør er tá trupulleikin? Hann er ikki til. Og hvat er tá broytt samanborið við støðuna nú? So at siga onki. Í løtuni eita vit jú bæði Christian og Kristian, og vit skriva bæði Kili og Chile. Vit liva í tí veruleika, at føroyskt verður nýment, samstundis sum vit sjálvandi hava ein heim rundan um okkum, ið er ein inngrógvin partur av okkum. Eg pástandi tí, at trupulleikin, sum Sjúrður Skaale og aðrir hava blást upp til at vera nakað stórt, í veruleikanum ikki er til burtursæð frá onkrum ov stívrendum reglum um fólkanøvn. Liberalisera so navnareglurnar eitt vet, men lat stavraðið hava frið, so føroysk stavseting ikki verður fullkomiliga avbronglað. Uppskotið um at seta latínsku stavirnar í stavraðið er og verður eitt grovt álop á verandi málnorm og stavsetingarreglur, og málnevndin eigur tí at sleppa tí í skrellispannina. Punktum.









