Nógv hevur verið at hoyrt um herviliga skógareldin í Avstraliu, sum kyknaði um jólini. Mitt í hjartanum í avstralska stórbýnum Sydney, búgva Irdi Hansen og Ken Nónklett, sum eru á ?Working Holiday?. Tað er gjøgnum felagsskapin My Planet, at tey eru í Avstraliu, har tey dagliga arbeiða.
Irdi arbeiðir sum reingerðingsgenta á eini advokatskrivstovu í einum stórum skrivstovubygningi. Ken hevur havt arbeiði á einum byggiplássi, men sjálvur heldur hann, at tað var eitt sindur ringt at koma frá skúlanum og bókunum, til stórar og tungar borimaskinur. Eisini hevur hann arbeitt hjá einum flytifyritøku, og nú leitar hann eftir einum málaraarbeiði.
? Tað er betri fyri pappírsfingrarnar hjá mær, sigur Ken flennandi í telefonini úr Sydney.
Pakkaðu saman
Nógv uppliva teir báðir føroyingarnir niðri í Sydney. Tann ógvusligi skógareldurin er tó tað, sum tey leggja einamest merki til nú um dagarnar.
? Beint nú er alt dempað niður. Tað var nógv verri í byrjanini, men tá merktu vit ikki so nógv til tað heila, greiðir Ken frá.
? Eldurin er bara 15 km burtur frá sjálvum býnum, og her hevur verið tjúkt í royki í fleiri dagar. Her regnar eisini øska á gøtunum.
?Pollution-stigin?, sum er ein stigi, sum avstraliumenn brúka at mála eiturevni í luftini við, plagar at liggja á eini 50. Nú er stigin komin uppá heili 250, men serfrøðingar siga, at tað er meira irritatión fyri húðina ? heldur enn vandamikil eiturevni.
Irdi og Ken hava ikki beinleiðis merkt so nógv til eldin. Men hóast alt eru tey ávirkað av øllum rokinum.
? Fyri nøkrum døgum síðani søgdu tey, at eldurin ferðaðist við eini ferð uppá 10 km/t, og tá søgdu tey eisini, at eldurin var 15 kilometrar uttanfyri Sydney. Tá pakkaðu vit kvittanir og alt møguligt annað saman og høvdu tað við okkum, fyri at tryggja okkum, at tryggingin tók við. Nú er alt meira róligt aftur.
Besta bjargingaramboðið í løtuni eru tyrlur, ið flúgva við stórum vatntangum. Ein stór tyrla varð keypt úr USA, sum var størri enn hinar tyrlurnar, ið vóru frammanundan. Hesa serligu tyrlu, kallaðu teir Elvis. Elvis hevur nú virkað sum ein frelsandi eingil fyri allar avstraliumenn og prísa teir tyrluni, Elvis, upp um skýggini. Ken vil vera við, at skjótt so fáast helst eisini leikutoy av tyrluni Elvis. Nú hevur Avstralia bílagt tvær tílíkar tyrlur afturat, og sagt verður, at onnur eitur ?The Incredible Hulk?, so tað liggur kanska eisini eitt sindur av sálarfrøðiligari eggjan aftanfyri.
Nýggjársbrak við Operahúsið
Irdi og Ken hava verið í Sydney í nærum tveir mánaðir. Eftir ætlanini skulu tey vera har til apríl mánaða.
? Á jólum royndu vit at gera kalkun til døgurða. Tað riggaði bara heilt væl.
Á nýggjárinum sóu vit eitt stórt fýrverksshow við brúnna og við Operahúsið er í Sydney. Tað var eitt av heimsins størstu fýrverksshowum. Brúgvin og Operahúsið vóru miðdepilin á nýggjárinum, og var tað eitt av tí vakrasta í heiminum.
Frítíðina brúka Irdi og Ken til at hugna sær í. Tey ganga runt í býnum og bara njóta lívið og tað góða veðrið. Tá Sosialurin tosaði við tey í vikuni, vóru 33 hitastig.
? Summarið er eitt sindur seinkað her niðri, siga tey.
? Teir avstraliumenninir vit hava tosað við halda, at vit hava tikið tað kalda veðrið við okkum úr Føroyum, men nú er summarið so komið.
Bæði Irdi og Ken spæla fótbólt inni á Skálafjørðinum. Í løtuni royna tey eisini at finna okkurt fótbóltslið soleiðis, at tey kunnu halda fram við ítróttinum har niðri.
Annars lata tey væl at. Tey hava tað gott og stuttleika sær óført.
? Heilsa endiliga øllum sum vit kenna, siga tey bæði glaðu ungu fólkini, at enda úr rørinum úr Avstraliu.










