Á tivoliøkinum á Summarfestivalinum er møgulleiki at royna eitt sindur av hvørjum. Í tí eina basanum hevur tú møgulleikan at skjóta tær eina rósu - ella eina bamsu, um evnini eru til tað.
- Skjótibásurin er nógv tann best umtókti básurin her á tivoliøkinum. Alla tíðina standa børn og vaksin og royna eftir rósunum, sigur Magnus Madsen, ið skal arbeiða allan Summarfestivalin.
- Eg komi nokk til at arbeiða einar 40 tímar hetta vikuskifti, men tað er bara fínt, tí so fær man meira pengar, sigur Magnus, sum hevur arbeitt í skjótbásanum á átta øðrum stevnum og festivalum í summar.
Tað eru ikki fá skot, sum tilsamans koma úr teimum ymsu byrsumúlunum.
- Leystliga mett eru tað eini 10.000 skot. So man má ansa sær, tá man arbeiðir her, sigur Magnus.
Teir fáu tímarnar, sum Magnus ikki skal arbeiða, ætlar hann at brúka til onkra konsert.
- Faktist eru tað bara tvær konsertir, sum eg ordiliga vil hoyra. Tær eru Ronan Keating og Swangah Dangah.