Millum 50 og 200 í odds uppá Brand, sum vinnara av Grand Prix-num

8 veddingarfyritøkur eru sera ósamdar um hvussu góðan møguleika Brandur Enni hevur at vinna svensku Grand Prix-kappingina. 8 veddingarfyritøkur hava nú kunngjørt oddsini uppá teir 32 luttakarnir, sum luttaka í teimum 4 undankappingunum til sjálva finaluna í svenska Grand Prix-num. Og sigast má, at veddingarfyritøkurnar eru rættuliga ósamdar um møguleikarnar fyri, at Brandur kemur at vinna, og harvið umboða Svøríki til evropeisku finaluna í Beograd.

Systurfyritøkan hjá DanskeSpil, sum eitur SvenskaSpel trýr minst uppá Brand. Har eru oddsini heili 200. Ladbrokes hevur 101 í odds uppá Brand. Expekt og Unibet hava bæði 100 í odds. Bet24 gevur 80. NordicBet trýr væl meiri uppá Brand, har eru oddsini 60. Teir sum hava størst tiltrúgv til Brand eru Betsson Sportsbook. Har eru oddsini ?bara? 50. Carola Häggkvist, ið syngur saman við Andreas Johnson er favorittur hjá øllum 8 veddingarfyritøkunum. Har liggja oddsini millum 1,65 og 3,25. Millum hinar favorittarnir eru BWO og E-type & The Poodles. Men sum Nyrup gamli plagdi at siga: ?Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt!?