Kenda YouTube-rásin, freekickerz, sum hevur 3,2 milliónir fylgjarar, hevur nýliga kunngjørt eitt sjónband, har teir vísa 100 teir størstu brølararnar í fótbólti í 2015. Ímillum allar brølararnar er eitt føroyskt sjónband at síggja.
Tað var í fyrsta leikumfari í ár, tá ið TB og KÍ hittust við Stórá í Trongisvági, at TB javnaði til 1-1 í 83. minutti eftir eitt sjálvmál. Meinhardt Joensen fekk ikki tamarhald á eini afturlegging, og bólturin rullaði í málið.
Les eisini: Meinhardt: Hetta er verri enn droppið 1. mars
Aðru ferð KÍ vitjaði í Trongisvági í ár, 16. august, gjørdist talan um satt deja vu. Tá ið fýra minuttir vóru eftir misskiltu Sørmundur Kalsø og Meinhardt Joensen hvønn annan, og tað endaði eisini við sjálvmáli og 1-1-javnleiki.
Sjónbandið av 100 teimum størstu brølarunum sæst omanfyri. Fyrra hendingin í Trongisvági sæst tá ið seks minuttir eru farnir av sjónbandinum. Higartil er sjónbandið sæð heilar 9,4 milliónir ferðir.