Millliónir kunnu doyggja í hungri í Kenya

Heystið í Kenya er miseydnað, og fleiri milliónir fólk kunnu doyggja í hungri, fáa tey ikki hjálp frá altjóða samfelagnum

Áhaldandi turkur í Kenya ger, at jørðin gevur einki av sær, og nú rópar forsetin neyðarróp.

-Fáa vit ikki hjálpa frá altjóða samfelagnum, kunnu tríggjar milliónir fólk fara at doyggja í hungri, segði Mwai Kibaki, forseti, tá hann fyrradagin helt røðu fyri umboðum hjá altjóða hjálparfelagsskapum. Hann legði afturat, at fer tað ikki at regna í heyst, fara fýra milliónir fólk at líða hungur.

Sambært forsetanum verður kornheystið í ár bara umleið 40 prosent av tí, tað eigur at vera. BBC segði í gjár, at Kenya tørvar umleið 155.000 tons av matvørum, skal landið sleppa undan hungursneyð.

Mwai Kibaki segði í røðuni, at Kenya hevur tørv á altjóða hjálp tað næsta hálva árið, skal landið sleppa undan einari hungursvanlukku.