Frágreiðingin, sum umfatar 194 lond, sigur, at 5,9 prosent av teimum, sum doyggja, doyggja av alkoholi. Herumframt er misnýtsla av alkoholi orsøk til meiri enn 200 sjúkur.
Hvítarussar eru teir, sum drekka mest av øllum. Tølini vísa, at hvítarussar oman fyri 15 ár drekka 17,5 litrar av reinum alkoholi um árið. Á øðrum plássi er Moldova við 16,8 litrum, síðani Litava við 15,4 litrum og á fjórða plássi Russland við 15,1 litrum.
Av norðurlendingum eru tað finnar, sum drekka mest. Finnar oman fyri 15 ár drekka í meðal 12,3 litrar av reinum alkoholi um árið. Men verða bara tey, sum drekka, tikin við, er meðalnýtslan 18,1 litrar árliga. Tilsvarandi tøl fyri Danmark eru 11,4 og 12,9 litrar, fyri Svøríki 9,2 og 13,3 litrar fyri Ísland 7,1 og 10,4 litrar og fyri Noreg 7,7 og 9,0 litrar av reinum alkoholi um árið.










