Milliónir av flóttafólkum royna at koma til Evropa

Tað metir Donald Tusk, ES-forseti, ið ynskir at styrkja uttara mørkini til ES.

Politiskur toppfundur er í Bruxelles í dag, har politiskir leiðarar úr øllum Evropa eru savnaðir at viðgera dagsins støðu við flóttafólkum.


Millum teirra, ið er á fundinum í dag, er sjálvandi forsetin í ES, Donald Tusk. Sambært tíðindastovuni Ritzau, so ivast forsetin ikki í, hvørji tiltøk eru neyðug at fremja.


- Tað týdningarmesti spurningurin, ið vit kunnu seta okkum sjálvum, er hvussu vit aftur kunnu fáa ræði yvir okkara uttara mørk. Annars er tað meiningsleyst at tosa um ein felags evropeiskan flóttafólkapolitikk.


- Tað er Schengen-samstarvið og tann evropeiski andin, ið er í vága í kvøld, sigur ES-forsetin sambært Ritzau.


Sambært forsetanum, so eru mørkini undir nógv størri trýsti enn flestu lond geva sær far um. Tað er nevniliga sambært forsetanum ikki túsundtals flóttafólk, ið royna at koma innum ES, men heldur milliónir.


- Stríðið í Miðeystri, serliga í Sýria og Irak, endar ikki í nærmastu framtíð. Í dag tosa vit um milliónir av møguligum flóttafólkum, ið royna at koma til Evropa. Ikki túsundtals.


Forsetin hevur tó góðar vónir til, at evropeisku londini verða samd um nøkur hjálpartiltøk á dagsins toppfund.


- Vit mugu veita meira hjálp til flóttafólk í landspartinum gjøgnum World Food Program. Vit mugu hjálpa meira til í nærumhvørvinum, tað vil siga Turkaland, Jordan og Libanon, men eisini í øðrum londum.