Tá Torleif Sigurðsson og Ísak Mikladal sunnukvøldið skrivaðu undir nýggjan sáttmála við UFA, hevði tað m.a. við sær, at Fótbóltssambandið nú beinanvegin fær 500 túsund týskar markar ella 1,9 milliónir krónur fluttar á konto. Hetta er tað, sum teir á sovornum máli kalla ?signing fee³.
UFA hevur eisini bundið seg til næstu átta árini at fyrireika eina venjingarlegu um árið fyri landsliðið. Virðið á einari slíkari legu er mett til 250 túsund krónur.
Á hvørjum ári flytir UFA 200 túsund týskar markar í tí, teir kalla fyri ávegisgjaldi. Talan er um á konto gjald, og endaliga avrokningin er treytað av, hvørjum londum Føroyar fara at spæla ímóti í EM og HM undankappingum.
UFA bjóðar í avtaluni Fótbóltssambandinum at læna pengar frá teimum. Treytirnar skulu ásetast í samráðingum, tá ein slík støða tekur seg upp, men tað er staðfest í avtaluni, at møgulig lán skulu verða rentufrí tvey tey fyrstu árini.
Eydnuspælið
Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, dylur ikki yvir, at nýggja avtalan ger tað nógv lættari at arbeiða:
Undanfarin ár hevur talan viðhvørt verið um trot á tøkum peningi, men við at fáa tað, teir kalla ávegis gjald, er trygd veitt fyri, at likviditeturin alla tíðina er hampuliga góður, sigur aðalskrivarin, sum eisini vísir á, at nú eru allir ivaspurningar um venjingarleguna hjá landsliðnum fingnir av vegnum, og tað lættir nógv um:
Onkuntíð hevur ivi verið um, um tað hevur verið ráðiligt at fara avstað. Nú er tann spurningurin avgreiddur fyri tey næstu átta árini. Harafturat sleppa vit frá at fyrireika, og vit sleppa frá at gjalda. Okkara menn skulu bara syrgja fyri at fáa tað besta burturúr ítróttarliga partinum, og tað er stórur fyrimunur.
Eydnuspælið
Spurningurin um endaligu upphæddirnar er tengdur at mótstøðulondunum. Upphæddirnar í nýggja sáttmálanum eru í nógvum førum hækkaðar við 25 prosentum, men talan er framvegis um stóran mun á, hvat tey ymsu londini verða mett til.
Í sáttmálanum stendur, at um Føroyar koma í bólk við Týskaland í HM ella EM undankapping, so fær FSF tvær milliónir týskar markar ella meiri enn sjey milliónir fyri tað! Øll hini londini verða mett minni enn helmingin av tí, Týskaland er virðismett til. Hini stóru londini eru Frakland, Italia, Spania, Holland og Ongland. Koma Føroyar í bólk saman við teimum, so gevur tað ímillum 600 og 950 túsund týskar markar.
Lutakastið til næstu EM undankappingina verður í januar 1998, og tað verður einki at siga til, um FSF topparnir vera heitir um skallan, tá teir fara at fylgja við.
Møguleiki er at fáa eitt av omanfyri standandi londum í bólk saman við Føroyum, men tað er eisini møguleiki fyri, at í staðin fyri eitt av hesum, kunnu Føroyar enda í bólk við t.d. Russlandi, og tað gevur bara 50 túsund týskar markar.
Tórsvøllur
Tað er serliga í sambandi við nýggja Tórsvøllin í høvuðsstaðnum og í sambandi við møguligar útbyggingar á Toftum, at Fótbóltssambandið sær møguleikar fyri ágóða í sambandi við lánsavtaluna, sum er partur av nýggja sáttmálanum:
Tvey ára rentufrítt lán gevur møguleikar fyri at fáa eitt ókeypis byggilán, og tað kann spara nógvar pengar, vísir aðalskrivarin á.