Milliónaupphæddir mangla í

Fleiri kommunur mangla milliónaupphæddir fyri at fáa eldraøkið upp á tað støðið, tær kundu hugsað sær.

 

- Vit vóru skeptiskar, men vit kundu ikki fáa meiri í okkara part, sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, um fíggingina í samband við yvirtøkuna av eldraøkinum.

 

Í gjár upplýsti stýrisformaðurin fyri Skálafjarðarsamstarvið, at har fóru 5,8 milliónir krónur at mangla í hetta fíggjarári til eldraøkið í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunum.

 

Og á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið kom fram, at Tórshavnar kommuna fram til síðst í september hevði brúkt 12,3 milliónir krónur meira til eldraøkið, enn metingin segði, at tað fór at kosta.

 

Eisini ljóðar úr øðrum pørtum av landinum, at samsvar ikki er ímillum metingarnar og veruliga kostnaðin av eldraøkinum, sum kommunurnar yvirtóku frá landinum 1. januar í ár.

 

Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, greiddi frá síni støðu á Rás 2 í dag. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við hann.