Milliardirnar hjá Vestergaard

Í blaðnum í dag fegnast landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum um væleydnaðan makrelfiskiskap í summar. Saman við sildini hevur makrelurin higartil givið 126 milliónir krónur beinleiðis í landskassan, og nakrar avgjaldsmilliónir eru væntandi afturat. Hartil koma inntøkur frá tí virðisøking, ið hesin fiskiskapur skapar á sjógvi og landi.

Hetta er fjórða árið, har føroyingar áseta sær sína egnu makrelkvotu, umframt at sildakvotan í ár er ásett uttan nakra semju við grannalondini. Í blaðnum í dag fáa vit eina mynd av, hví landsstýrismaðurin handlar soleiðis, og hvørji virði talan er um. Uppsjóvarfiskiskapurin hevur sera stóran týdning fyri føroyska búskapin. Týdning fyri einstøku reiðaríini og manningarnar, fyri uppsjóvarvirki á landi og teirra starvsfólk, fyri tænastuvinnurnar og eftirhondini eisini fyri landskassan. Ikki minst tí hevur stýringin av hesum ríkidømi sera stóran týdning.

Frá strandalandasamráðingunum í London frættist frá einum meira positivum samráðingartóna. Tað er væl einki at siga til, tá tilmælið frá ICES sigur, at næsta ár er ráðiligt at fiska heili 64 prosent meira av makreli, sammett við í ár. Men semja er enn eingin, hvørki um býtið av makreli ella norðhavssild. Tí fara Føroyar væntandi inn í fimta árið við eginkvotum á makreli, eins og landsstýrismaðurin aftur fer at áseta Føroyum egna sildakvotu, eisini næsta ár. Tað hevur verið politikkurin higartil, at allir skipabólkar skulu sleppa upp í part. Í blaðnum í dag fortelja vit eisini søguna um, at uppsjóvarfiskiskapurin ikki gjørdist gullnámið fyri allar skipabólkar.

Eru royndirnar eftirhondini ikki somikið nógvar, at landsstýrismaðurin má tora at skera ígjøgnum og skipa fiskiskapin soleiðis, at hann kastar so nógv av sær fyri samfelagið sum yvirhøvur tilber? Og eru føroysku eginkvoturnar ikki somikið stórar, at tær kunnu brúkast til at handla kvotur til teir skipabólkar, sum til dømis duga betri at fiska tosk og hýsu, heldur enn makrel?

ES-boykottið er ein prísur, sum vinnan noyðist at venja seg við at gjalda aftur fyri førda politikkin. Taktiska spælið rundan um strandalandasamráðingarnar kann eisini seta Føroyar og Ísland upp ímóti hvørjum øðrum. Men politiskt má leisturin nú leggjast somikið fastur, at uppsjóvarfiskiskapurin næsta ár ikki verður nakað yvirraskilsi, hvørki fyri vinnulívið ella landskassan.