Milliardir skulu hava internet við sólriknum dronum

Stovnarin av Facebook, Mark Zuckerberg, ætlar at brúka sólrikin flogfør at skapa framtíðarinnar internetsamband.

Stovnarin av Facebook, Mark Zuckerberg, ætlar at brúka sólrikin flogfør at skapa framtíðarinnar internetsamband.

 

Ein sólrikin drona frá internetrisanum Facebook hevur royndarflogið í Arizona, eftir at ein fyrra roynd miseydnaðist.

 

Ætlanin við dronuni er, at hon ein dag skal kunna veita internet til milliardir av fólkum.

 

Sambært Facebookstovnaranum skal dronan, sum er doypt Aquila, sum frálíður vera við til, at fýra milliardir menniskju, sum í dag liva uttan internet, skulu hava møguleika at fáa internetsamband.

 

– Tá Aquila er klár, verður tað ein heilur floti av sólriknum flogførum, sum fara at skapa internetsamband kring allan heimin, skrivar Mard Zuckerberg á eini Facebookdagføring.

 

Onnur royndarflúgvingin við dronuni var í mai í Yuma Proving Ground, skrivar blaðið Yuma Sun.

 

Dronan var útgjørd við fleiri sensorum, nýggjum spoylarum og einum nýggjum slagi av propellum, so flogfarið hevði lættar við at lenda.

 

Dronan var í luftini í ein tíma og 46 minuttir og náddi upp í 910 metra hædd.

 

/ritzau/AP