Sjúkrafráveran á føroyska arbeiðsmarknaðinum er enn eitt evni, sum vit millum lítið og onki vita um. Hvussu nógvar dagar eru føroyingar burturfrá arbeiði? Hví? Hvussu kunnu vit minka sjúkradagatali? Og hvat kostar tað samfelagnum, tí einstaka og fyritøkum at hava sjúk fólk í starvi?
Løgið er tað, at ongin hevur granskað í hesum, tí sjúkrafráveran hevur alstóran týdning, bæði fyri trivnaðin hjá tí einstaka og hjá fyritøkuni.
Í grannalondum okkara er hetta evni, sum nógv verður gjørt burturúr. Bæði fyri at minka um stuttu sjúkralegurnar, og, ikki minst, fyri at fyribyrgja drúgvu tíðarskeiðini, har starvsfólk eru burturfrá vegna sjúku.
Eitt nú hevur danska stjórnin júst kunngjørt eina virkisætlan um sjúkrafráveru, umframt at hon er farin í samstarv við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, til tess at minka sjúkrafráveruna.
16.000 starvsfólk
Í danska blaðnum Børsen var herfyri greitt frá um nýggja kanning um sjúkrafráveru. Har verður staðfest, at sjúkrafrávera hevur nógvar útreiðslur við sær. Bæði fyri einstaka starvsfólkið, fyritøkurnar og fyri samfelagið sum heild.
Minkar sjúkradagatalið, kunnu fyritøkur spara nógvan pening, umframt útreiðslur til avloysarar, minkandi góðsku og framleiðslu. Sagt verður millum annað, at danskar fyritøkur kunnu spara einar 3 milliardir krónur árliga, um miðal sjúkradagatalið fyri alt landið minkar við einum degi.
Sambært tølum frá Danica Pension verður framleiðslan meint rakt av sjúkrafráveru, tí hvør sjúkradagur í samlaða starvsfólkahópinum svarar til 16.000 fulltíðarsett starvsfólk í landinum.
Hægri innan tað almenna
Sjúkrafráveran er hægri millum starvsfólk innan tað almenna. Sambært tølum frá Danmarks Statistik, eru starvsfólk hjá tí almenna í miðal sjúk í 11 dagar árliga, meðan tey á privata arbeiðsmarknaðinum leggja seg sjúk átta dagar árliga.
Ein orsøk til hendan ójavnan er, at talan er um tveir rættiliga ymiskir arbeiðsmarknaðir.
- Sjúkrasystrar og heimahjálpir kunnu ikki fara til arbeiðis, um tey kenna seg ússalig, tí tey kunnu smitta sjúklingarnar, sigur Henrik Holt Larsen, professari við Institut for Organisation, Copenhagen Business School, CBS við Børsen.
Men burtursæð frá hesum, er fráveran í stóran mun tengd at sálarliga trivnaðinum á arbeiðsplássinum, sigur Henrik Holt Larsen. Her hevur ein góð leiðsla størstan týdning, meðan samstarvsandi, umhvørvi, happing og sjikana eisini ávirkar fráveruna.
Leiðslan hevur ábyrgd
Hann greiðir frá, at ein orsøk til, at starvsfólk brenna út er, at fólk, ella brúkarar, líta ikki blint upp á myndugleikapersónar longur. Fyrr aktaði borgarin til dømis politiið. Í dag verða politistar í heilum drignir í rættin ella útsettir fyri harðskap, tá teir koma í samband við borgaran. Og tað er ikki av ongum, at sosialrágevin situr næst hurðini, so til ber at leypa út, um brúkarin skuldi gjørt seg inn á hann ella hana. Eisini mugu starvsfólk hjá kommununum liva í ótta fyri harðskapi og hóttanum, greiðir Henrik Holt Larsen frá.
- Innan tað almenna eru nógv fleiri kropsligar hóttanir enn hjá tí privata. Hetta ávirkar sjálvandi sjúkrafráveruna. Ein sjúkramelding er ofta eitt tekin um eina ógvusliga støðu á arbeiðsplássinum. Tá er umráðandi, at fólk ikki ganga einsamøll við trupulleikanum, tí tað kann gera støðuna uppaftur verri, sigur Henrik Holt Larsen. Hann leggur afturat, at tað veldst altíð um einstaka málið, hvussu arbeiðsgevarin skal reagera í sambandi við eina sjúkramelding.
- Til dømis skal bankafólkið, sum hevur verið fyri einum ráni, ikki sendast heim við einari sjúkramelding. Harafturímóti skal leiðslan viðgera ítøkiligu støðuna og finna uppgávur til starvsfólkið, til tað er kemur upp undan aftur, sigur Henrik Holt Larsen.
Hann heldur ikki, at leiðslurnar skulu spara upp á heilsufremjandi tiltøk á arbeiðsplássinum.
- Serliga nú kreppa er í luftini, hava vit tørv á at kanna og røkja framleiðslutólini, eisini tey menniskjaligu. Tað vil siga kropsligu og sálarligu støðuna hjá fólki, so vit klára okkum sum best undir kreppuni, sigur hann.