Mikudagin og fríggjadagin er møguleiki at gerast milliarderur í lotto. Amerikanska lottospælið MegaMillions gevur smáar 1,3 milliardir og Euromillions lítla milliard. Tað er serliga Euromillions, ið er áhugavert. Har er tað nevniliga soleiðis, at tú fær útgoldið allan vinningin, eins og tú til dømis fært hjá Danske Spil. Tað merkir, at tær 133 milliónirnar evrur, sum vinningurin er fríggjadagin, verða allar útgoldnar.
Hetta svarar í dagsins kursi til 991 milliónir krónur, og sannlíkið fyri, at talan bert verður um ein vinnara, er stórt.
Tú kanst eisini fáa alla1,277 milliardina útgoldnað, men tá verður tað í 30 ratum yvir 29 ár.
Amerikanska lottológin sigur, at skal tú hava pengarnar útgoldnar í einum, fært ú bert ein prosentpart av samlaða vinninginum ? um 65%. Restin fer í skattum og avgjøldum, men 830 milliónir er jú eisini pengar.
Tað ber til hjá føroyingum at spæla við í hesum lottospølum, til dømis á heimasíðuni www.wintrillions.com










