Tvær milliarda verkætlanir sleppa ikki í gongd, tí viðgerðin av byggiloyvum er so umstendilig og drúgv í Tórshavnar kommunu Stóratjørn hevur bíðað »í ævir« eftir at fáa øll loyvisviðurskifti í lag, so stóra verkætlanin við Stórutjørn kann fara av bakastokki. Bárður Nielsen segði fyrr í vikuni, at leiðslan sá seg noydda at koyra projektleiðaran, Kára Dal-Christiansen, úr starvi, tí einki var at gera, fyrr enn málið varð avgreitt av kommununi.
Rætt skal vera rætt. Vit broyttu verkætlanina eftir at hon var góðkend, og tí máttu vit gjøgnum mylluna einaferð aftrat, sigur Bárður Nielsen.
Uttan mun til hvat og hvussu, skerst ikki burtur, at viðgerðartíðin er ómetaliga long og drúgv, heldur stjórin fyri Stórutjørn.
Eisini hin stóra verkætlanin, Miðlendi, letur bíðað eftir sær.
Tað eru fleiri mánaðir síðani vit lótu okkara umsókn um prinsipielt byggiloyi inn, men vit hava hvørki hoyrt orð ella eið enn, sigur stjórin fyri Miðlendi, Mads A. Winther
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at talan her ikki eru um avgreiðslumál, men sera umfatandi og tíðarkrevjandi mál.
Vit skulu eisini minnast til, at summarfrítíðin júst er av. Málini eru eisini ógvuliga umfatandi. Eitt nú eigur landið part av lendinum, har Miðlendi skal verða. Málini eru torgreið og taka sína tíð. Vit liggja avgjørt ikki á boðunum, men tað er lógir og mannagongdir, sum vit noyðast at halda, sigur Heðin Mortensen.
Lesið meiri um málið í Sosialinum í dag.