Milliard-sáttmáli til Barcelona

Hóast Barcelona misti møguleikan fyri stórum upphæddum, tá teir herfyri máttu lúta fyri Liverpool í Champions League, so er pengakassin ikki heilt tómur kortini.

Í øllum førum hevur felagið júst gjørt sáttmála við Nike, sum eisini verður klædnasponsor næstu fimm kappingarárini. Kostnaðurin fyri sáttmálan er ikki minni enn 1,1 mia kr.