Tey seinastu tvey árini hevur løgmaður sagt í ólavsøkurøðuni, at ein grunnur skal setast á stovn at fíggja føroyskari gransking. Ein partur av inntøkunum frá einskiljingum skuldi setast í henda grunn. Men í ár var onki nevnt um henda grunn. Hetta undrar Rúnu Hilduberg, fráfarandi stjóra á Granskingarráðnum.
Løgmaður segði í ársins ólavsøkurøðu, at Landsstýrið hevur gjørt nógv við gransking við millum øðrum ætlanini at seta á stovn granskingarlund til vinnugransking. Og hann tosaði eisini um ætlanina at seta á stovn eitt yvirskipað vísindaráð og um týdningin av tættari samstarvið við ES.
Rúna Hilduberg gleðist um alt hetta, men tað hon serliga beit merkið í við løgmansrøðuni, var milliardin, sum ikki varð nevnt.
- Í 2005 segði løgmaður í ólavsøkurrøðuni, at landstýrið ætlaði at seta ein grunn til at fíggja gransking, og at ein triðingur av inntøkunum frá einskiljingunum – upp til ein milliard krónur – skuldi setast í henda grunn. Nøkunlunda tað sama varð endurtikið í 2006. Men nú einskiljingarnar eru farnar í gongd, verður milliardin knappliga tagd burtur, sigur Rúna Hilduberg undrandi.
Størsti trupuleikin við gransking er manglandi fígging. Hetta staðfesti løgmaður eisini, tá hann segði, at Føroyar eru langt aftanfyri onnur framkomin samfeløg, tá tað snýr seg um at seta pengar av til gransking.
Men Rúna Hilduberg heldur ikki, at tað er nokk av Løgmanni bert at staðfesta, at Føroyar eru eftirbátur á hesum øki.
- Komandi samstarvið við ES hevur, sum sagt, alstóran týdning fyri fíggingina av føroyskari gransking. Men teir fíggja altíð bara ein part, og føroyski myndugleikarnir mugu taka sína ábyrgd í størri álvara, sigur fráfarandi stjórin í Granskingarráðnum.
- Hvar fór handa milliardin, sum granskingin fekk lovað í 2005, spyr Rúna Hilduberg, sum eftirlýsir ein yvirskipaðan granskingarpolitikk. Granskingarlundin, sum nú verður bygd, er eisini eitt dømi um hetta.
- Gransking krevur fígging og eitt sterkt granskingarumhvørvið. Vit fegnast um, at bygningurin kemur, men tað er sjálvandi ikki nokk. Hvør skal sita og granska í bygninginum, og hvørjir granskingarstovnar eru sterkir nokk at samstarva um hetta, spyr Rúna Hilduberg.
Hagtøl hjá Granskingarráðnum vísa, at Føroyar bert nýta 0,8 % av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking. Hetta liggur langt aftanfyri okkara grannalond. Danmark nýtir 2,6 %, Ísland 3 %, og Svøríki nýtir 4 % av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking.










