Milliónirnar spinna ikki gull

Manchester City spældi javnt fyri fimtu ferð á rað, tá Burnley var á vitjan. Chelsea vann oddabrakið móti Manchester United og rennur undan í toppinum

Fótbóltur

Seinast Sosialurin var á City of Manchester Stadium, vann heimaliðið 4-2 á Arsenal, og hevði beina kós móti oddinum. Síðani tá er nakað av vatni runnið í ánna. Leygardagin spældi Man City javnt fyri fimtu ferð á rað og hava nú bara vunnið eina ferð í sjey teimum seinastu Premier League dystinum. Tapið á útivølli móti granninum Man Utd var ikki óvæntað, men óvæntað er tað, at teir hava spælt javnt móti liðum, sum væntandi ikki koma at húsast í toppinum. Tað hevur eydnast Wigan, Fulham, Birmingham og Burnley at spæla remis við nýríka Man City.


Beeeeasssst
Tað regnaði illa í Manchester, tá uppflytarnir Burnley komu á vitjan. Tað vóru onkur tóm pláss at hóma á City of Manchester Stadium, og stemningurin var ikki í topp tað mesta av dystinum. Fyrsti hvøkkurin kom um miðjan fyrra hálvleik, tá Burnley umsetti brotsspark til mál. Burnley viðhaldsfólkini hugnaðu sær óført, meðan Man City gjørdi klárt at trýsta gestirnar í botn. Menninir hjá Mark Hughes royndu, men fingu lítið burtur úr álopsroyndinum. Stutt fyri hálvleik snorksvav verjan hjá Man City eftir deyðbólt, og so kundi Burnley leggja seg á odda 2-0. Tað fór eitt orduligt “suss” gjøgnum stadium og ónøgdin var at fáa eyga á. Handan málið hjá gestinum, stóðu viðhaldsfólkini hjá Burnley. Lagið var gott og tey góvu danska málmanninum, Brian “The Beast” Jensen sín fulla stuðul. Stuttligt at hoyra hvussu hvør Burnley viðhaldsmaður hópti “Beeeaasssst”, hvørja ferð hann gjørdi eina bjarging.
Tað eydnaðist Man City at minka um munin stutt fyri hálvleik. Seinni hálvleikur var bara smáar tíggju minuttir gamal, tá Man City javnaði. Komandi halva tíman var tað lítið, sum bendi á at Burnley fór at koma livandi frá dystinum. Man City setti seg av álvara á dystin og tað gingu bara tríggir minuttir áðrenn City of Manchester Stadium var á gosi. 3-2 til vertirnar og ringa lagið var fyribils avlýst. Tað var næstan bara ein spurningur um hvussu nógv Man City fór at vinna. Men stórt kredit til Burnley, sum gjørdi eina roynd at koma inn í aftur dystin. Tað gav úrslit stutt fyri dystarenda, tá eitt vælspælt Burnley álop endaði við at 20 ára gamli Kevin McDonald skoraði framman fyri Burnley viðhaldsfólkinum. Meðan gestirnir høvdu úr at gera við at feira málið, reistist fleiri av viðhaldsfólkinum hjá Man City seg upp og tóku til rýmingar. Onnur góvu ilt av sær uppá tann harð orðaða enska mátan.
Komandi umfar verður ikki fyrr enn um tvær vikur vega landsdystir. Man City leikarnir fara nú til Abu Dhabi, har tað sigst, at teir møguliga skulu møta eigarinum av felagnum, Sheik Mansur, fyri fyrstu ferð. Hann hevur enn ikki verið til nakran dyst, men tað ganga søgur í ensku miðlinum um, at tað verður fyrsta dagin. Íløgan hjá Sheik Mansur í Man City táttar í tvær milliardir. Komandi dysturin hjá Man City kann blíva ein avgerandi dystur, tí tá tekur Liverpool móti á Anfield. Bæði liðini ætla sær í topp fýra og bæði liðini eru undir trýsti orsaka av vánaligum úrslitum í seinastuni.

Oddabrak í London
Chelsea vann oddabrakið móti Manschester United 1-0. Tað var liðskiparin hjá heimaliðnum John Terry, sum seint í seinna hálvleiki skallaði eitt fríspark í málið.
Umstøðurnar rundanum málið gjørdu at Man Utd leikarnir vóru sera ónøgdir. Fyrst vildu teir vera við at tað ikki var fríspark til Chelsea, og í øðrum vildu teir vera við at Chelsea áleyparin Didier Drogba var rangstaddur, tá hann inn í fimm metrinum royndi at sparka bóltin tað seinasta pettið um málstrikuna.
Úrslitið hevur við sær at Chelsea rennur undan í toppum. Teir eru fimm stig frammanfyri Man Utd og Arsenal, men Arsenal hevur spælt ein dyst minni. Nýtt lið í topp fýra er Tottenham, sum vann á Sunderland, meðan Aston Villa hølvaði Bolton av 5-1. Saman við Man City og Liverpool, sær tað út til at blíva hesi sjey liðini, sum koma at mynda toppin í enskum fótbólti í ár.