Milliónir til føroyska gransking

Danska stjórnin setur á komandi fíggjarlóg einar tíggju milliónir av til eina nýggja føroyska klima- og havstreymgransking Tað er føroyski fólkatingslimurin hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, sum hevur fingið hetta í lag.

Edmund Joensen vísti á Rás2 á, at hann sum tungan á vágskálini í danska fólkatinginum kundi loyva sær, at seta nøkur krøv, og hetta við gransking var eitt stak gott høvi, tí Sambandsflokkurin upp undir bæði valini legði stóran dent á, at fáa skapt eitt føroyskt granskingarumhvørvi.

Talan verður um fýra granskingarevni. Hesi verða:

1. Sambandið millum heimsumfevnandi klimaið og havstreymarnar við Føroyar

2. Klimamodell-scenariir fyri Føroyar

3. Ávirkanin, ið klimabroytingar hava á havstreymar og vistskipanina í havinum og á pelagisku fiskastovnarnar á føroyskum øki

4. Ávirkanin, ið klimabroytingar hava á havstreymar og vistskipanina á Føroyaleiðini (Faroe Shelf)

Fýra granskarar skulu arbeiða við hesum evnum, og tí skulu fýra ph.d.-størv setast. Granskararnir skulu innskrivast við eitt universitet í Føroyum ella Danmark, og teir skulu brúka helvtina av granskingartíðini í Føroyum, sigur Edmund Joensen.

Hóast danska fíggjarlógin ikki verður samtykt fyrr enn seinni í ár, er greitt, at stjórnin fer at seta umleið tíggju milliónir krónur í føroyska gransking.

Eftir føroyskum mátistokki eru tíggju milliónir nógv. Til sammetingar kann nevnast, at Fiskirannsóknarstovan í fjør tilsamans fekk góðar 20 milliónir krónur á føroysku fíggjarlógini. Tá er raksturin av rannsóknardeplinum íroknaður, sigur Edmund Joensen.