Verkfallið hjá arbeiðaranum kann raka rættiliga meint, og um illa vil til og verkfallið stendur við inntil juni mánaða, so kann tað bera soleiðis á, at týsku sjónvarpsbilarnir, sum skulu senda frá dystinum ikki sleppa í land í Føroyum, og soleiðis ikki kunnu senda dystin víðari til allar tær milliónirnar, sum sita og bíða niðri í Týsklandi.
? Um so er, so verður tað katastrofalt, sigur Dánjal Andreasen, formaður í Fótbóltsambandi Føroya í stuttari viðmerking.
Fótbóltsambandið hevur sáttmála um sjónvarpsrættindini við Sport 5, sum síðani hevur selt rættindini víðari til týska filmsfelagið ARD, og dysturin millum Føroyar og Týskland skal so forvinna peningin innaftur, sum Sport 5 hevur brúkt uppá at keypa rættindini til frá føroyingum.
Her kann nevnast, at fyrrverandi formaðurin í FSF, Torleif Sigurðson segði aftaná lutakastið í 2001, at tað at Føroyar vóru komnar í bólk saman við Týsklandi merkti einar seks milliónir krónur eyka til Fótbóltsambandið. Og nakrar av teimum milliónunum koma uttan iva frá sjónvarpsrættindunum til sjálvan dystin. Tískil kunnu milliónir koma at standa uppá spæl um verkfallið ikki er av í juni. Týsku filmsliðini koma helst til Føroya í vikuni undan dystinum.
Tórsvøllur klárur
Men hvussu er ella ikki, so verður Tórsvøllur, har dysturin skal spælast, klárur. Tað er Poul Michelsen, formaður í grunninum fyri Tórsvøll, ikki í iva um.
? Vøllurin verður klárur og alt anleggið sum heild verður klárt, og tað verður so gott, sum tað kann vera, sigur Poul Michelsen.
Sjálvt um landið liggur lamið av verkfallinum, hevur hetta ikki ávirkað Tórsvøll munandi.
? Á Tórsvølli eru tvær enterprisur, sum arbeiða. Byggitek arbeiðir enn, tí har eru tað handverkarar, og teir eru ikki umfataðir av verkfallinum. Í suðurendanum arbeiðir Gunnar Waagstein, men hetta arbeiðið liggur stilt í løtuni, men tað er ongin vandi í tí. Tí sjálvt um hetta arbeiðið ikki verður liðugt, so ber væl til at spæla dystin hóast alt, greiðir Poul Michelsen Sosialinum frá.
Restin av arbeiðnum er sjálvboðið og krevur tí onga lønútgjalding, og hetta arbeiðið heldur eisini fram sum vanligt.
? Eg skal ásanna, at tað verður pirriligt, um verkfallið heldur fram inn í juni mánaða, men eg eri mest bangin fyri týsku sjónvarpsbilunum, tí um teir ikki sleppa í land at senda frá dystinum vegna verkfall, so verður hetta ein katastrofalur fíggjaligur missur. Sjálvur Tórsvøllur verður klárur. Um ikki annað so klárur, at alt riggar.
Poul Michelsen ivast ikki í, at støðið á Tórsvølli fer at verða fult so gott sum alla aðrastaðni.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá arbeiðsmannafeløgunum, men ongin hevur verið at hitta vegna fundarvirksemið fyrrapartin í gjár.