Milliónir sóu Lindu vinna

Næstan 2,3 milliónir danir sóu Lindu Andrews vinna X Factor kappingina fríggjakvøldið. X Factor finalan fríggjakvøldið er mest sædda undirhaldssending í Danmark síðani Eurovision sangkappingina í 2001, sum varð hildin í Parkini í Danmark.

 

Í Føroyum var manntómt á gøtunum, tá X Factor finalan varð fríggjakvøldið, og eisini í Danmark hugdu sera nógv fólk eftir finaluni í sjónvarpi.

 

Í miðal hava 1,7 milliónir hyggjarar hugt eftir X Factor kappingini í ár, og tað er tað mesta fyri eina danska undirhaldsrøð seinastu 17 árini.

 

- At so nógv fólk hugdu eftir finaluni, og vit høvdu eini 60.000 fólk til konsertina á Ráðhúsplássinum, vísir bara, at vit hava skapt eina sending, sum sera nógvir danir kunnu savnast um. Og tað er júst fyri at savna donsku tjóðina og gevi henni eitt felagsuppivilsi, sum er høvuðsendmálið við X Factor, sigur Ulla Pors Nielsen, redaktørur á DR1.