Fleiri milliónir fólk hava hildið og halda 1. mai ymsastaðni kring heimin. Nógvastaðni snúgva røðurnar seg um altjóða fíggjarkreppuna og avleiðingarnar av henni. Í grikska høvuðsstaðnum Athen og í Thessaloniki vístu fólki sína stóru misnøgd við at brenna órudd í gøtunum og við at steina løgreglumenninar, sum svaraðu aftur við táragassi.
Í Russlandi høvdu kommunistarnir tey reyðu fløggini við sær til 1. mai dagshaldið, og fleiri teirra bóru myndir av gamla einaræðisharranum Josef Stalin. Russisku kommunistarnir mótmæltu fíggjarkreppuni og kravdu, at kommunisman kemur aftur í hásætið í Russlandi.
Í Fraklandi vóru nógv fólk til 1. mai dagshaldið í dag, og nógvastaðni var tað forsetin, Nicolas Sarkozy, sum stóð fyri skotum.
Í kvøld og í nátt verður 1. mai hildin í USA, og har vænta myndugleikarnir nógv frólk til haldið.










