Milliónir hava ov lítið at eta

Í 38 londum er mattrot, og í Afrika hava fleiri milliónir ov lítið at eta.

Turkur, eyðkvæmi og vápnaðar ósemjur hava elvt til mattrot í helminginum av teimum afrikonsku londunum. Tað stendur í einari nýggjari frágreiðing hjá ST-matvørustovninum FAO.

Í frágreiðingini verður sagt, at fólk í 38 londum kring heimin hava ov lítið til matna. 24 av hesum londunum eru í Afrika, sjey í Asia og fimm í Latínamerika. Men Evropa er eisini í yvirlitinum, tí sambært FAO hava fólk í Kekenia og Serbia-Montenegro heldur ikki nóg mikið til matna.

Áhaldandi turkur í pørtum av Afrika hevur gjørt, at 7,2 milliónir fólk í Etiopia og 3,6 milliónir fólk í Sudan líða av mattroti. Í Eritrea fáa 1,9 millión fólk ov lítið at eta, og tað sama er galdandi fyri meiri enn tríggjar milliónir fólk í Tanzania og Uganda, 1,2 millión í Kenya og 580.000 fólk í Somalia, sigur FAO.