Milliónir í gøtunum í Egyptalandi

Í Kairo eru fleiri hundraðtúsund fólk savnað á Tahrir-torginum, og í Alexandria sigur sjónvarpið Al Jazeera, at hann eru meiri enn ein millión dólk savnað aftan á fríggjadagsbønina.

Tey, sum skipa fyri mótmælunum, hava skýrt dagin í dag ?Tann stóra fráfaringardagin? og sipa við tí til, at Hosni Mubarak, forseti, skal leggja frá sær í dag.

Úr Kairo siga tíðindastovurnar, at har hevur hevur tað verið friðarligt, men fyri løtu síðani frættist, at eini 2.000 viðhaldsfólk hjá Mubarak-stýrinum eru á veg ímóti Tahrir-torginum. Tað er tó ikki vist, at tey sleppa inn á sjálvt torgið, tí har standa hermenn á varðhaldi.

BBC sigur tó, at mótmælisfólk og viðhaldsfólk hjá Mubarak eru farin at steina hvør annan. Tað sama sigur Al Jazeera.