Keypmannahavn: Teir standa á Ráðhúsplássinum. Ballaðir inn í tjúkkar jakkar, húgvur og turriklæði. Eitt sjónvarpskamera stendur millum teir, tíðindaleiðarin í sjónvarpinum tosar í fartelefon, meðan kameramaðurin og tónleikarin, sum alt snýr seg um í hesum døgum, standa og práta.
Sjónvarpið hevur sum hinir føroysku fjølmiðlarnir sent fólk avstað, og teir eru ikki meira enn lendir, tá teir fara í gongd við upptøkurnar. Tað sama er við myndamanni tykkara, hann verður eskorteraður av Hovedbanagarðinum og beint út í leitanina eftir føroysku Grand Prix stjørnuni.
? Nú eru vit akkurát farnir yvir á Ráðhúsplássið, men vit ganga yvir aftur til Cirkusbygningin um eina løtu, sigur Pætur við Keldu, tá vit ringja til hann fyri triðju ferð innan lítla løtu.
Dagin fyri hevur hann tosað um munin millum føroyskar og danskar fjølmiðlar, sum hann hevur havt nógv at gera við seinastu tíðina.
? Føroyskir fjølmiðlar eru meira líkatil. Teir ringja klokkan 11 kvøldið fyri og siga, vit hoyrast í morgin, tá vit koma niður. Danskir fjølmiðlar ringja fleiri dagar frammanundan og gera avtalur og ringja aftur at spyrja um ymiskt, greiðir hann flennandi frá.

Stórur áhugi fyri føroyinginum

Pætur við Keldu er føroyski tónleikarin, sum alt snýr seg um í dag.

Hann er komin við í eksklusiva Grand Prix selskapið.

662 sanskrivarar royndu seg, men teir flestu fingu sangirnar aftur í heysin.

Pætur kláraði tó at stinga nøsina fram um teir flestu, og tá danska Melodi Grand Prixið 2002 fer av bakkastokki í kvøld klokkan 19.00, er Pætur ein av teimum 10 finalistunum.

Og finaluplássið í Grand Prixnum hevur skapt áhuga fyri føroyska tónleikaranum, sangaranum og komponistinum sum ongantíð áður. Bæði føroyskir og danskir fjølmiðlar toga og draga til hetta og hatta. Sjónvarpsinterview, upptøkur, útvarpsssamrøður, fotografering.

Smíl til fotografin!
Hósdagin presenteraði danska dagblaðið BT, sum í hesum døgum avdúkar politiskar og kongaligar gølur sum sjáldan, føroyska luttakaran í Grand Prixnum.
? Eitt sindur kendur er mann væl, er stóra yvirskriftin yvir greinini við Pæturi og systur hansara, Tóru, sum skal syngja kór til sangin hjá Pæturi.
Greinin klárar at ganga uttan um vanligu fellurnar, sum danskir fjølmiðlar plaga at detta í, tá teir skriva um Føroyar ella føroyingar. Einki um vind, veður, fjøll ella seyð.
?Tað hevur havt nógv at siga fyri mína persónligu menning, at okkurt av mínum tónleiki kemur fram, og at eg skal framføra hann ístaðin fyri, at eg bara skal vera eg sjálvur. Eg havi okkurt liggjandi, um tað nú gongur væl til Grand Prixið, tí tú skalt smíða, meðan jarnið er heitt. Hetta er ikki ein kjansur, sum tú fært aftur, segði Pætur millum annað við BT.
Beinleiðis í DR
Tað er ikki bara BT, sum heldur at Pætur er áhugaverdur. Í gjáramorgunin sendi væl umtókta danska morgunsendingin Strax hjá Danmarks Radio P3 beinleiðis frá Cirkusbygninginum í tríggjar tímar. Teir prátaðu um Grand Prixið, men teir høvdu bara tveir luttakarar við í sendingini ? annar var Pætur.
Vinkulin til prátið var sjálvandi, at nú var ein føroyingur við í Grand Prixnum aftur. Danir hava ikki gloymt sína Grand Prix søgu, og tað verður nevnt ferð eftir ferð, at Annika Hoydal var við í 1979.
? Um tú vinnur danska Grand Prixið, so mást tú gera okkurt við navnið hjá tær. Tú kanst ikki eita Pætur við Keldu, um tú skalt út í Europa, hildu vertir speiskliga fyri.
? Nei, tað kann vera, at eg skal finna mær eitt kunstnaranavn, svaraði Pætur.
Vertirnir í Strax-sendingini hildu, at tað var gott, at føroyingar vóru komnir við í Grand Prixið aftur.
Og at Pætur er komin við er ikki tilvildarligt. Ein góður sangur og ein góð innspæling syrgdu fyri, at Som en drøm varð valdur millum 662 aðrar innsendar sangir. Tað skal meira enn tilvild til fyri at tað kann henda?
Sjónvarpið eirindaleyst
Seinastu dagarnar hevur Pætur við Keldu fyrireikað seg so væl, sum hann hevur kunnað. Royndir hava verið hildnar í sambandi við Grand Prixið, og tað hevur eisini gingið væl.
? Í dag hava vit framført við upptøkutólum, og tað er øðrvísi. Tað er eitt sindur løgið at síggja seg aftur fyrstu ferð. Tað er líka sum at hoyra upptøkur av røddini hjá tær fyrstu ferð. Tú kennir teg ikki ordiliga aftur og spyrt, er hatta eg, greiðir Pætur frá.
? Tann visuelli parturin hevur so ómetaliga nógv at siga í hesi kappingini. Um tú ikki klárar at náa út til fólkini, sum hyggja í sjónvarpinum, so skalt tú hava ein óvanliga góðan sang fyri at vinna tað innaftur.
Tað eru hyggjararnir sum gera av, hvør skal vinna Grand Prixið. Fólk við einum ávísum endatali í telefonnummarinum sleppa at ringja inn at atkvøða fyri einum av teimum 10 sangunum, og so verður talt saman kalt og kyniskt, og vinnarin verður funnin.
? Tað hevur gingið væl við royndunum, og eg haldi, at eg eri væl fyrireikaður til at fara á pallin leygarkvøldið. Tað ræður um at njóta hetta og gera tað besta, sum eg kann. So er at vóna, at eg kann gera vart við meg á onkran hátt, sigur Pætur.
Eingin vil tosa um møguleikarnar fyri at vinna. Heldur ikki Pætur. Og tað er væl skiljandi, tí eingin kennir sangirnir hjá hinum.
? Tað hevði verið ein skandala um eg vinni. Ein føroyingur. Nei, tað hevði sjálvandi verið ótrúliga stuttligt, men tað ræður fyrst og fremst bara um at gera tað so gott, sum eg kann. Meira fái eg ikki gjørt.

Kiks og gull

Danska Melodi Grand Prixið er nakað fyri seg. Fólk hava hug at smílast at tí, men sanniliga eisini taka tað í álvara.

Tað hava ivaleyst verið nógvir kiksaðir sangir við í Grand Prixnum, og tey, sum vanliga taka tónleikin í stórum álvara, hava neyvan so nógv til yvirs fyri Grand Prixnum. Men samstundis er Grand Prixið eitt fólksligt tiltak, sum gevur tónleikarum møguleikan at koma fram.

Brøðurnir Olsen fingu altjóða gjøgnumbrot, seldu eina millión fløgur, og vunnu milliónir av krónum upp á hesa sølu og konsertframførslur. Teir kunnu smílast allan vegin í bankan, og tað saman kunnu eitt nú Rollo & King, sum vunnu danska Grand Prixið í fjør.

Tí er Grand Prixið ikki bara eitt kiks. Tað er eisini ein gyltur møguleiki hjá donskum tónleikarum, sum hava evni og dirvi til at vera við.

Og tað hevur Pætur við Keldu. Evnaríki klaksvíkingurin hevur skrivað ein sang við mammu sína í huga, og hann skal nú royna seg í kapping við 9 aðrar sangir. Hann syngur sjálvur, og tað ger hann vanliga framúr væl. Hann dugir eisini at spæla klaver, men í kvøld fer hann bara at syngja.

Í kórinum verður systur hansara, Tóra, sum hann hevur sungið nógv saman við gjøgnum árini. Bæði heima hjá foreldrunum, í samkomuni í Betesda í Klaksvík og á fløguni Tiðnað.

Øll somu viðferð

Tað einasta, sum fólk hava hoyrt til teir 10 sangirnar, sum verða at við í danska Grand Prixnum í kvøld, eru 10 sekund, sum hava ligið úti á heimasíðuni hjá Grand Prixnum. Ein sangur hevur verið at hoyra hvønn dag.

? Vit gera óvanliga nógv burturúr, at eingin sleppur at hoyra sangirnar. Tað er av avgerandi týdningi, at øll fáa somu viðferð. Eingin skal aftaná kunna siga, at sangurin, sum vann, var at hoyra har og har, sigur Morten Carlsson, sum er leiðari fyri tiltakið.

? Vit eru næsta paranoid. Tað skal ongantíð gerast nøkur orsøk til, at tann vinnandi sangurin má kolldømast aftaná. Tí mugu vit forða fyri, at nakað sum helst kemur út av sangunum. Vit hava lagt eitt lítið brot á heimasíðuna, og tað er tað einasta, sum verður at hoyra áðrenn leygarkvøldið.

Tí hava donsku útvarpsrásirnar í døgunum áðrenn Grand Prixið spælt nógvar av teimum gomlu Grand Prix sangunum. Teir kunnu eisini eggja og lokka fólk at hugsa um Grand Prixið.

Det siger boom boom?

Pætur sigur eisini nei

Aftur á Ráðhúsplássinum kjakast menninir hjá almenna føroyska sjónvarpinum um, hvørt teir fáa sent alt tilfarið, sum teir hava gjørt, heim. Øssur Withereig ringir til Danmarks Radio fyri at kanna málið, men fær ikki fatur á fólkinum, sum kann finna út av tí.

? Vit senda tað heim, sum vit hava tikið upp av Pætur, og um vit ikki fáa tíð til meira, so má eg bara tosa yvir telefonina, sigur Øssur, og so leggur føroyska ferðaliðið leiðina yvir til Cirkusbygningin.

Fólk venda sær altíð, tá sjónvarpskamera og fotografar eru í nánd, og soleiðis er eisini í Keypmannahavn.

Pætur smílist og stillar upp, tá hann verður biður um nakað.
? Teir fáa meg til alt møguligt, men eg havi sagt nei tvær ferðir, sigur hann og sipar til menninar hjá Sjónvarpinum.
Við Cirkusbygningin verða seinastu sjónvarpsupptøkurnar gjørdar, og so sleppur fotografurin hjá blaðnum aftur at taka nakrar myndir av Pæturi og systrini Tóru.
Tað er kalt, og Pætur ansar væl eftir, at hann ikki verður ov kaldur. Jakka, húgvu og handskar, men systur hansara gevur honum boð um at taka húgvuna av, nú okkara maður skal taka mynd av teimum.
Smíl til fotografin!