Milliónir í FSF-kassan

Talan var um sannar kassadystir, nú Italia og Skotland vitjaðu hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Verða VIP- og onnur frí atgongumerki drigin frá, hevur FSF runt roknað selt á leið 8.000 atgongumerki til dystirnar. Tað er neyvan ov høgt sett, um meðalprísurin á hesum verður ásettur til 200 kr., og tí er inntøkan fyri dystirnar í minsta lagi 1,6 mió kr. Hartil kemur upphæddin, sum FSF fekk frá Sportsfive, tí Skotlands-dysturin mátti flytast nærum tveir tímar.