Milliónir í eykajáttan til advokatrokningar

Løgtingið skal í morgin endaliga avgreiða uppskot um eykafíggjarlóg fyri 2012. Málið snýr seg um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum søkir Fíggjarnevndina um, at játtaðar vera 3,57 milliónir krónur av tí at Taks hevur tapt Landsrættarmálið móti kapitaleigarunum í P/F Vinnuni tann 7. november í 2012.

Rættarmálið snúði seg um vinningsbýti. Taks vildi hava kapitaleigararnar at gjalda góðar 53 milliónir í skatti. Tað gjørdu eigararnir, men stevndu samstundis Taks og vunnu málið. Við rentum skal Taks nú gjalda slakar 69 milliónir krónur.

Harumframt er Taks dømt at gjalda eina millión krónur v/mvg í sakarmálskostnaði til mótpartin í sambandi við dómin í Landsrættinum, umframt sakarmálskostnaðin á tvær milliónir krónur u/mvg., sum Taks varð dømt at gjalda mótpartinum í Føroya Rætti. Sostatt er Taks dømt at gjalda 2,8 milliónir krónur u/mvg til mótpartin í hesummálinum.

Harumframt koma sakarmálsútreiðslurnar til egnan advokat hjá Taks í hesum málinum. Taks hevur ikki hesar pengar tøkar, og er neyðugt við eyka játtan til Taks, so gjaldanst kann í seinasta lagið 20. november.

Men tey á Taks eru als ikki nøgd við rokningina frá sínum egna advokati, Djóna Thomasen, sum vil hava 1,5 milliónir krónur fyri málið, sum hann tapti bæði í Føroya Rætti og í Landsrættinum, og tí hevur Taks kært rokningina til Advokatsamfundet. Upprunakravið frá Djóna Thomasen, advokati var 1,5 milliónir krónur. Takshevur rindaðhonum 700.000 krónur. Restin er ikki avgjørt enn, men kann í veruleikanum koma sum ein rokning afturat, umframt rentur.

Umframt sakarmálskostnaðin til egnan advokat íFøroya Rætti skalTaks rinda advokati sínum samsýning fyri viðgerðina í Landsrættinum. Kravið frá advokatinum fyrihesa viðgerð er ein millión krónur v/mvg.

Taksráðið hevur átta vikur at umhugsa, um málið skal appellerast til hægstarætt ella ikki. Men freistin at gjalda upphæddina var fjúrtan dagar frá tí, at dómur fall 7. november. Um Taksráðið appellerar,s o skal rættargangdsgjald rindast, og tað hevur Taks heldur ikki pengar til. Tann upphæddin er um 530.000 krónur, eins og í Føroya Rætti.

Samlaða upphæddin, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum biðjur løgtingið játta er tí:

2.800.000 krónur sakarmálskostnaður til mótpartin

800.000 krónur írestandi sakarmálskostnaður til egnan advokat

800.000 krónur eyka sakarmálskostnaður til egnan advokat

140.000 krónur meting frá Kamaradvokatinum

530.000 krónur rættargangsgjald til Hægstarætt

Tilsamans kostar hetta landinum 5.070.000 krónur.

Av tí at Fíggjarmálaráðið hevur gjørt onkrar umleggingar, hava tey funnið 1,5 milliónir, og tí verður biðið um 3,57 milliónir krónur í eykajáttan.

Sagt verður eisini í umbønini, at um ikki verður farið víðari til Hægstarætt við málinum, og Taks ikki skalrinda fult krav í sakarmálskostnaðin til egnan advokat, so verður játtanarnýtsaln hjá Taks samsvarandi minni fyri 2012.