Milliónir eru horvnar

Bilførarin, ið rændi pengaflutningin, er handtikin, men 11 millónir eru horvnar.

Mánadagin fóru tveir vaktarmenn úr pengaflutningsbilinum uttanfyri eina bankaí Aubervillers í París. Teir fóru við pengum til bankan, men komnir útaftur var ein trupulleiki, tí bilurin var nevniliga horvin.

 

 

Bilur og bilførari vóru horvin.

 

 

Løgreglan fann skjótt pengaflutningsbilin, men førarin var burtur og somuleiðis vóru 3 milliónir evrur horvnar, ella 22 miliónir krónur.

 

 

Týsdagin eftirlýsti løgreglan alment Adrien Derbez, og brátt gav hetta úrslit, og løgreglan fór inn í eina íbíð í Amiens. Derbez slapp út gjøgnum eitt vindeyga við fleiri taskum við peningi í. Men 35 tímar seinni handtók løgreglan hann.

 

 

Men enn er ein trupulleiki, tí 1,5 milliónir evrur, ella 11 milliónir krónur eru horvnar.

 

 

 

Umframt 27 ára gamla Derbez, eru 3 fólk handtikin í málinum.