Í Japan undrast serfrøðingar á, hvat kann hava gjørt, at fleiri milliónir deyðar sardinir eru riknar á land við býin Isumi.
Blaðið Japan Today skrivar, at tær fyrstu sardinirnar róku upp á land seinnapartin týsdagin, og blaðið heldur, at talan er um fleiri tíggjutals tons av sardinum.
Eingin veit, hvørjum sardinirnar eru deyðar av, men serfrøðingar halda, at tær kunnu vera deyðar av súrevnistroti í sjónum.