Luttøkan og góðu úrslitini í Champions League geva danska felagnum AaB nógvar pengar í kassan. Ekstrablaðið skrivar, at AaB helst fer at fáa 100 millióinir krónur burtur úr luttøkuni. Nevndarformaðurin í AaB sigur, at pengarnir skulu brúkast til at tryggja støðuna hjá AaB í toppinum í donskum fótbólti, og hann stúrir ikki fyri, at spælararnir nú fara at krevja meira fyri at spæla við AaB.