Vinnarin av teimum 135 milliónunum hevur endiliga gjøt vart við seg.
Fyri eini viku síðani kundi ein danskur lottospælarai seta heimsmet, tá viðkomandi vann 135 milliónir krónur í Eurojackpot.
Hetta er størsti vinningurin í Danmark nakrantíð. Tað upplýsir Danske Spil, sum eisini vita, at vinnarin hevði keypt seðilin í kioskini á sjúkrahúsinum í Herlev.
Nýggi millióningurin er ein maður í 50unum, og hevur framvegis ikki sagt nøkrum frá, at hann hevur vunnið. Hann hevur valt at vera dulnevndur, men hevur tó valt at siga nøkur orð í einum tíðindaskrivi frá Danske Spil. Í hesum skrivinum stendur millum annað, at hann hevur tvey børn og er búsitandi í Keypmannahavn.
Hóast hann hevur verið óvanliga heppin, hevur hann ongan at gleðast saman við, tí hann hevur enn ikki sagt nøkrum frá um milliónirnar. Heldur eingin í familjuni veit av nøkrum.
- Eg havi brúkt hesa tíðina til at hugsa meg um. Eg var rættiliga skelkaður. Nú havi eg savna mær mót til at venda mær til Danske Spil, fortelur maðurin, sum var á vitjan á sjúkrahúsinum í Herlev, tá hann spældi Eurojackpot.
- Esini hesaferð spældi eg soleiðis, sum eg altíð havi gjørt. Men eg keypti tilfeldigvís fýra rekkjur afturat. Tað var á einum av hesum rekkjunum, eg vann, greiðir maðurin frá.
Og hvat skulu pengarnir so nýtast til?
- Í løtuni hugsi eg um at keypa eina íbúð onkrastaðni sunnanfyri. Møguliga verður íbúðin her í Keymannahavn býtt um við eini hús. Annars gleði eg meg bara til at seta pengar í ymiskt. Eg plagi at lesa Børsen, men nú verður tað eitt sindur stuttligari at lesa tað blaðið, fortelur milióningurin.