– Tað er roknað væl og virðiliga upp á »millióningarskattin«, sum Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, hevur tosað um seinastu dagarnar.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, í kjaki á Facebook.
Hann sigur, at ein slíkur skattur gav umleið 10 milliónir krónur í landskassan. Tá varð roknað við, at inntøku millum 500.000 og 800.000 krónur fingu ein eykaskatt upp á 5%, meðan inntøkur oman fyri 800.000 krónur fingu ein eykaskatt upp á 10%.