Milliónfeilur hjá Pentium-III

Heimsins størsti framleiðari av sínum slagi, Intel, fer at fáa oyruni í maskinuna í samband við at 1 millión av gerlum, ið nevnast 820 og 840, hava innbygdar feilir. Vantandi verður talan um eitt tap uppá fleiri hundrað milliónir dollarar.

Longu í februar, funnu teir hjá Intel ein feil, ið ávirkar teldur ið nýta intel 840 og 820, men teir valdu ikki at almannakunngera feilin.

  Hjá Intel verður mett, at ein avleiðing av at gerlarnir ikki rigga, kann hava við sær at maskinan frystur, ella kanska verður nullstillað.

  Annars verður víst til heimasíðuna hjá Intel, har meira stendur at lesa um feilin.