Svensk tryggingarfeløg hava fingið skaðafráboðanir fyri næstan 25 milliónir krónur, eftir at ófriður hevur verið í eina viku, og ungfólk hava gjørt herverk og sett eld á bæði bilar og bygningar.
Talan er higartil um hálvtannaðhundrað bilar, sum eru farnir upp í royk, umframt at fleiri bygningar í forstøðunum kring Stockholm hava fingið stóran eldskaða, og nú hava tryggingarfeløgini úr at gera.
Vit fáa alla somlu tíðina skaðafráboðanir, sigur ein talskvinna fyri tryggingarfelagið Länsförsäkringar við svensku TT-tíðindastovuna.