Milliónagrunnar kunnandi fund í Norðurlandahúsinum

Uml. 50 mió krónur verða játtaðar árliga úr teimum báðum noðurlendsku mentanargrunnunum Nordisk Kulturfond og Kulturkontakt Nord til mentanarátøk í og uttanfyri norðurlond.

Føroyar eru vanliga væl umboðaðar við umleið tveimum prosentum av játtanunum úr grunnunum.

Grundarlagið undir játtan og útgjaldi til mentanarátøk úr grunnunum er vanliga, at tvey ella trý norðurlond skulu verða umboðað í verkætlanini.

Eitt av høvuðsmálunum hjá umsitingunum í grunnunum er at kunna og vegleiða umsøkjarum so gjølla sum tilber, at umsóknin er so greið, nágreinlig og væl skrivað, sum gjørligt.

Í komandi viku koma Thomas Häkkela, málsviðgerði í Nordisk Kulturfond, og Annu Kevarinmäki og Atle Syvertsen, ráðgevar í Kulturkontakt Nord til Føroya at kunna um grunnarnar og greiða frá, hvussu verður farið fram, tá søkt verður um stuðul. Eisini luttekur Andrea Heindriksdóttir, ið er føroyska umboðið í Kulturkontakt Nord.

Kunnandi fundur verður í Norðurlandahúsinum fyri øll áhugað mánadagin 24. august kl. 13.30. Týsdagin verður ein uppfylgjandi fundur hildin í Norðurlandahúsinum kl. 13.30, har øll, ið hava eina ítøkiliga ætlan, hugskot ella umsókn kunnu fáa ráðgeving frá norðurlendsku umboðunum. Næstkomandi freistirnar at søkja um stuðul frá grunnunum eru ávíkavist 1. og 3. september, so er her eitt gylt høvi at fáa nøkur góð ráð, áðrenn søkt verður.

Luttøkan er ókeypis og fyri øll, ið hava brúk fyri at søkja um norðurlendskan pening til mentanarátøk.