Milliónabót til Luis Suarez

Umstríddi framherjin hjá Liverpool, sum í dystinum í gjár móti Chelsea beit Branislav Ivanovic í armin, hevur fingið eina risa bót frá felagnum.

 

Hann hevur umvegis Twitter-síðuna hjá sær biðið um orsaka og hevur váttað, at hann hevur fingið eina bót frá felagnum fyri atburðin í dystinum móti Chelsea, sum endaði við 2-2 javnleiki. Dailymail skrivar, at bótin kemur at liggja millum tvær og fýra milliónir krónur. Luis Suarez hevur biðið um, at bótin verður givin til ein bólk, ið stuðlar familjunum hjá teimum, ið mistu í Hillsborough vanlukkuni í 1989, tá 96 Liverpool viðhaldsfólk lótu lív.

 

Fleiri viðmerkjarar hava sett spurnartekin við framtíðina hjá Luis Suarez í Liverpool, men virkandi stjórin í felagnum, Ian Ayre, sigur í dag, at Liverpool ikki ætlar at tveita mannin úr felagnum. Tað ljóðar, at Bayern Munchen skulu hava gott eyga á framherjanum úr Uruguay.

 

Luis Suarez er toppskjútti í Premier League og verður mettur millum teir allarbestu í ár, men hann er sera umstríddur. Millum annað hevur hann fyrr bitið ein spælara, tá hann spældi í hollendska Ajax.

 

Enska Fótbóltssambandið hevur framvegis ikki meldað út hvat teir ætla at gera, men væntandi kemur ein revsing í næstum. Graham Poll, fyrrverandi dómarin, ið hevur klummu í Dailymail sigur, at Luis Suarez skal hava leikbann í sjey dystir.

 

Eru sjey dystir langt nokk leikbann til Luis Suarez fyri at bíta ein spælara á mótstøðuliðnum?