Týskland fer frá 2014 til 2017 at seta tilsamans um seks milliardir krónur av til umsorgan fyri ofrunum fyri líðingunum í Holocaust. Tað upplýsir týska fíggjarmálaráðið.
Henda upphædd er úrslit av tingingum millum týskar myndugleikar og jødiska felagsskapin, Jewish Claims Conference, ið arbeiðir fyri at útvega øllum Holocaust-ofrum endurgjald.
Tilsamans 56.000 menniskju í 46 londum skulu eftir avtaluni fáa endurgjald frá Týsklandi.










