Nógvar skaðafráboðanir eru komnar eftir Nato-venjingina, Nordic Response, sum hevur verið í Finnmørkini.
Talan er helst um skaðar fyri millum tríggjar og átta miljónir norskar krónur.
Sagt verður, at bygningar, bilar, bilverjur og gøtuljós hava fingið skaðar, men tað er serliga eitt mál, sum sambært tíðindastovuni NTB fyllir nógv.
Tað er eitt mál, har ein tyrla endaði á skeivari leið og kom at flúgva yvir einum reinsdjóraflokki, sum spjaddi seg í ymiskar ættir.
Marianne Bø, ið starvast sum stápsleiðari fyri umhvørvernd innan norsku verjuna, sigur, at tey higartil hava fingið 116 mál eftir venjingina, og tey fáa framvegis nýggj mál.
- Verjan fer at rinda fyri allar skaðarnar, sigur hon.
Umleið 20.000 herfólk luttóku í venjingini í Finnmørkini, veit tíðindastovan NTB at siga.