19 ára gamla Milja Reinert Simonsen, sum í ár bleiv toppskjútti í bestu deildini hjá kvinnum, venur í hesum døgum við danska stórfelagnum Fortuna Hjørring.
Framherjin úr HB, ið eisini bleiv vald til ársins áleypara, byrjar at venja í dag og venur við fram til 19. november. Tað boðar umboðsmaurin hjá henni, Hans Jacob á Líknargøtu frá í dag.
Tað er ikki óvanligt, at føroyskir fótbóltsspælarar royna seg uttanlands, men tað er heldur longri í millum, at talan er um kvinnuligar spælarar. Milja R. Simonsen skoraði ikki færri enn 2p mál farna kappingarár.