Milja er besti áleypari hjá kvinnum

Greiði toppskjúttin í 1. deild hjá kvinnum bleiv eisini ársins áleypari

Unga, 19 ára gamla Milja Reinert Simonsen er ársins áleypari í 1. deild hjá kvinnum. Milja Reinert Simonsen vann heiðurin frammanfyri Hervør Olsen hjá KÍ og Margunn Lindholm hjá EB/Streymi/Skála.

 

Kvinnurnar hjá HB skoraðu 54 mál í landskappingini í hesum kappingarárinum, og av hesum málum skoraði kvika Milja Reinert Simonsen næstan helvtina. Hon bleiv greiður toppskjútti í deildini við 25 málum. Nummar tvey á toppskjúttalistanum bleiv Margunn Lindholm hjá EB/Streymi/Skála, ið skoraði 19 mál.