Miljónirnar halda fram við at fossa út úr felagnum, Nunaoil A/S, sum grønlendska heimastýrið eigur. Tað hevur eydnast Stine Bosse, stýrisforkvinnu, at minka um hallið í felagnum, men framvegis renna miljónirnar úr felagnum.
Sermitsiaq.ag veit at siga, at felagið hevði aðalfund hósdagin, og tá varð eisini ársroknskapurin framlagdur. Ársúrslitið fyri 2018 gjørdist eitt hall á 2,8 miljónir krónur.
Ein uppgerð, sum Sermitsiaq hevur gjørt, vísir, at Nunaoil A/S síðan 2013 hevur mist fleiri enn 33 miljónir krónur. Haraftrat er eginpeningurin minkaður úr 36 miljónum krónum í 2013 niður í 11 miljónir í 2018.
Stýrið fyri Nunaoil A/S væntar, at árið í ár fer at geva eitt hall á umleið 2,3 miljónir krónur.