Miliband væntar at vinna næstu ferð

Formaðurin í bretska arbeiðaraflokkinum, Ed Miliband, sigur, at hansara fremsta mál er at leiða flokkin fram at stjórnarvaldinum, tá parlamentsval verður aftur. Men meiningakanningar vísa, at hann hevur munandi minni undirtøku millum fólk enn tann konservativi floksformaðurin og forsætisráðharrin, David Cameron.

Fleiri hava spurt, um Ed Miliband er tann rætti at leiða arbeiðaraflokkin. Harafturat halda fleiri, at hann er ikki nóg greiður, tá hann verður spurdur, hvat arbeiðaraflokkurin heldur vera tað rætta at gera fyri at fáa landið burtur úr búskaparkreppuni.

Í samrøðu við BBC í dag vísti Ed Miliband atfinningunum aftur, og hann segði seg vera sannførdan um, at flokkurin fer at vinna valið, sum verður í 2015.