Miliband styðjar Blair

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen bleiv í síni tíð umrøddur sum eitt uppalgt evni til tað nýggja forsetaembætið í ES, men nú hann er vorðin aðalskrivari í NATO, eru tað onnur, sum eru komin í hansara stað.

Millum teirra, sum nú verða nevnd, er fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair, og hann fær í hvussu er stuðul frá bretska uttanríkisráðharranum, David Miliband.

Við blaðið Telegraph sigur Miliband, at tað hevði verið gott fyri Bretland og fyri ES, um Tony Blair verður tann fyrst í ES-forsetaembætinum, sum verður skipað sambært Lissabon-sáttmálanum.